Tip en ven         Sitemap    
 
 
FOTOKAPPING - "Ársins Regatta-mynd 2016”

Send tær bestu myndirnar frá Norðhavns Regatta 2016, títt navn og tlf. nr til teldupost: Tvoerabaturin@gmail.com í seinasta lagi 15. juni 2016. Skriva "Fotokapping" í evni í mailinum. 
So ert tú við í kappingini um hesar vinningar:

1. Tvær konsertbillettir eftir egnum ynski til Norður Bryggjuna
2. Eitt ára limaskap í Tvørabátinum
3. Tvær fløskur av reyðvíni.
 
Vinnaramyndirnar 1, 2 og 3 vera kunngjørdar alment her, og felagið eigur rættin til tær framyvir. Vingarliga Tvørabáturin. 

PS. "Betingelser og retningslinier for fotokonkurrence på Nordhavns Regatta 2016", se her: https://docs.google.com/document/d/1GfIg4N9vbLtWgHkYu4noX1Wi81KnTbSb3Z-c3dX52O8
 
 
SETANARRØÐAN Á NORÐHAVNS REGATTA 2016
Hjá Martini Fjallstein 
 
"Góðu stevnufólk, kære regattadeltagere
Vi skula fyrst minnast tríggjar menn, sum farnir eru, síðani vit høvdu regatta í fjør. Teir eru:
Vilmar Joensen úr Vági, ein av okkara fyrstu limum,
Poul Johannes Johansen av Strondum, ein av okkara gomlu limum, doyði í oktober,
Magni Viberg av Tvøroyri, ein av okkara góðu stuðlum, doyði sunnudagin, 49 ára gamal og fór til gravar í dag.
Lat okkum reisa okkum og eitt bil drýpa høvur í tøgn og minnast teir tríggjar. – Takk fyri!
- - - - - - -
Setanarrøða, regatta 2016 í Norðhavnini
Góðu stevnufólk - kære regatta-deltagere, alle hjertelig er velkommen til at deltage sammen med os denne festdag.
Eg takki tykkum fyri henda heiðurin at seta okkara róðrarstevnu.
Vit - føroyingar - herniðri skipa í ár fyri fýra róðrarstevnum, fýra regatta. Tann fyrsta var í Odense síðsta leygardag, okkara er tann næsta í røðini, og tann triðja er róðrarstevnan hjá Neystinum í Ishøj. Í august skipar Róðrarfelagið Knørrur fyri kappróðri í Hvidovre Havn og at enda skipar Føroyskt Felag á Vestursælandi í septembur fyri kappróðri í Sorø. Alt hetta er sprottið úr tí frænum, sum varð sátt, tá ið nakrir menn fingu sær kappróðrarbát á sumri í 1987. Sama heystið varð Neystið, róðrarfelagið í Ishøj, stovnað. Tað felagið gjørdist slóðbrótarin fyri kappróðri og skipaði tá og enn fyri kappróðrarstevnu í juni mánaði. Felagið skapti eina nýggja siðvenju.
- Hetta var gjørt, tí áhugi var fyri føroyska bátinum, sum tey vóru uppvaksin við, og fyri kappróðri, sum var siðvenja heima á landi. Eisini vildu tey lata okkara donsku frændur síggja føroyska bátin undir árum og í kappróðri. Vit eru errin av okkara gamla fari, sum so nógvar søgur eru um. Tá ið kappróðurin stóð í blóma herniðri í 1990-unum, vóru fleiri bátar og bátsmanningar, unglingar og sprund, kvinnur og menn, sum mannaðu teir. Í dag eru ellivu bátsmanningar, sum manna bátarnar á hesi regatta.

Ítróttarfelag og kappróðrarfelag undir krígnum
Vit hava eisini hoyrt um kappróður undir seinna heimsbardaga. Áhugin fyri bátinum var tann sami sum nú, men tey, sum tá tóku sær um reiggj at fáa bát og rógva kapp, vóru øll læst inni niðri á Flatlondum, so leingi Týsklandi ráddi fyri borgum. Nøkur av teimum stovnaðu ”Ítróttarfelagið Føroyar” 1. juni 1940. Felagið hevði bæði fótbóltslið fyri menn og handbóltslið fyri kvinnur og spældi ímóti donskum liðum. Tá ið tey skuldu fara at venja móti vári 1941, stóð í áheitanini: ”Føroyingar, tit sum eru ungir og raskir, røkið likam tykkara og haldið kroppin í venjing. Íðkið ítrótt, tykkum sjálvum til gagns og Føroyalandi til æru.”

Á vári, 4. apríl 1939, varð eisini ”Aldan, hitt føroyska róðrarfelagið í Keypmannahavn” stovnað. Tey høvdu bert ein bát, eitt tíggjumannafar, sum æt Sigmundur Brestisson. Sofus og Mikkjal hjá Poul Hammer í Vági smíðaðu bátin í 1939 og sendu hann niður við Tjaldrinum. Dúgliga varð róð við hesum bátinum og eisini siglt undir segli. Í 1940 og tey næstu nógvu árini róði eisini ein konufólkamanning við hesum bátinum. Tvey av oddafólkunum tá vóru Jóhan Højgaard og Anna Jensen av Sandi.

Ólavsøkuaftan tað fyrsta árið róðu tvær manningar við monnum og tvær við kvinnum. Róð var fram við Langelinie inn til Lystbådehavnen. Tá ið kappróðrarstevna var í august 1941, róðu menninir frá Gasværkshavnini til Toldboden, sum tók einar 22 minuttir, og konufólkið róði frá Langebro til Nyhavn í umleið 8 minuttir.

”Róðrarfelagið Aldan” bað í 1942 Olivur Holm av Tvøroyri, sum búði í Frederikssund, smíða eitt tíggjumannafar afturat. Í juni 1942 fór hetta tíggjumannafarið, sum kallaðist ”Gøtu Trøndur”, úr barkastokki. Tá ið tey róðu bátin til Keypmannahavnar, tók Sigmundur Brestisson ímóti teimum norðuri í Oyrasundi.
Sum siðvenja var tá, spældu feløgini ofta sjónleik, tá ið tey høvdu veitslu og høvdu eisini upplestur, kórsang og tónleikaframførslu. Eini 3-400 fólk vóru á hesum veitslunum, sum ofta vóru í Neystinum hjá teimum her uppi á ”Stubbeløbvej” í ”Skudehavnini”.
Kappróðurin og ítrótturin á leikvøllum mentist í hvørjum undir krígnum. Ofta kappaðust Róðrarfelagið og Ítróttarfelagið ímóti hvørjum øðrum bæði í kappróðri, fótbólti, handbólti og togtogan, bæði kvinnur og menn. Í kappróðri róðu aloftast suðringar ímóti norðringum og sunnanfjørðskvinnur ímóti norðanfjørðskvinnum. Menninir róðu einar 2000 metrar og kvinnurnar einar 1300 metrar við tíggjumannafari. Á ólavsøku 1944 gingu ítróttarfólkini úr báðum feløgunum skrúgongu inn á vøllin í Emdrup við hvør sínum felagsflaggi á odda, og tann seinni so kendi ítróttarlærarin, Martin Holm, setti stevnuna.

Broytingin eftir kríggið
Tá ið kríggið var av, broyttist kappróðurin. Ólavsøkuaftan 1945 skipaði ”Róðrarfelagið Aldan” fyri kappróðri úti við Langelinje. Ta ferðina lutttóku trý fýramannafør í kappróðrinum. Tann føroyski báturin æt ”Tjaldrið”, sum hevði flagglittar árar. Róð var ímóti ”Arbejdernes Roklub” og ”Roforeningen Kvik”. Tey róðu 1500 metrar. Kanska hevði felagið aftur fingið eitt nýtt tíggjumannafar, tí nú itu tey ”Tofta Regin” og ”Gøtu Trøndur”. Sunnanfjørðskvinnur róðu í móti norðanfjørðskvinnum og suðringar ímóti norðringum. Róðrarfelagið skipaði eisini í august mánað fyri kappróðri ímóti Burmeister & Wain.

Í 1946 var alt broytt, tí so nógv fólk var flutt heim til Føroya. Tað var ikki lætt at manna bátarnar longur. Ólavsøkuaftan var kortini kappróður inni í havnini. Fyrst róðu kvinnurnar við útlendskum bátum 1000 metrar ímóti ”Dameroklubben Gefeon”. Síðani róðu kvinnur við tíggjumannaførunum ”Tofta Regini” og ”Gøtu Trønda”. Aftaná róðu mannfólkini við útlendskum bátum ímóti svenska ”Malmø Roklub”, danska ”Roforeningen Kvik” og íslendska ”Róðrarfelaganum Hekla”. Hvussu var næstu árini, veit eg ikki, men í 1957 keyptu 10 vágbingar gamla ”Sigmund Brestisson” aftur til Vágs, har hann enn er ein av grindabátunum.

Søgan um okkara felag
Fyri 17 árum síðani, 7. apríl 1999, hevði Ólavur á Heygum stevnt 20 monnum til fundar at keypa ein føroyskan bát. Tá hevði hann fingið áheitan frá ”Froðbiar Sóknar Róðrarfelag” um at hjálpa teimum at selja tíggjumannafarið ” Tvørábátin”, sum Niklas í Koltri hevði smíðað í 1979. Á fundinum varð samtykt at keypa bátin fyri 20.000 kr. Tann dagin var eisini felagið ”10-mannafarið Tvørábáturin” stovnað. Báturin kom niður í mai 1999, og í góðveðri mikukvøldið 2. juni var hátíðarhald í Fiskaríhavnini, tá ið róð varð tríggjar ferðir í ring við sólini, og Petur prestur signaði bátin. - Tá kom eisini til sjóndar, at manningin, sum átti Tvørábátin, átti eisini nógv í hjallinum. Tá treyt hvørki fiskur, kjøt ella annar góður viðskeri, og soleiðis var so ofta, tá ið menn vóru á útferð við bátinum.

Limaskarin er nógv broyttur og fleiri eru farin. Teir fyrstu 20 limirnir í felagnum vóru Ólavur á Heygum, Petur Andrew Petersen, prestur, sáli, Bjarki Olsen sáli, Høgni Bærentsen, Jóannis Højgaard, sáli, Dánjal Petur Thorsteinsson, Georg Tomasson, Virgar Dalsgaard, Vilmar Joensen, sáli, Martin Fjallstein, Petur Højgaard, Kristin Højgaard, Andreas Hilduberg, sáli, Harry Poulsen, Pauli Joensen, Nick Heinesen, sáli, Hans Andreas Rubeksen (Hassadi), Magnus Poulsen, Leif Didriksen og Dion Vestergaard, sáli. Árið eftir komu nýggir limir uppí og næstu árini bæði kvinnur og menn, so nú eru vit um 80 limir í felagnum.

Í fyrstani stóð tíggjumannafarið í einum 40-fóts konteinara, men longu sama heystið var ein konteinari komin afturat, sum var stovan hjá okkum. Vit høvdu fingið sáttmála um grundstykki, og tekning varð gjørd til eitt felagshús. Tørvur var á peningi, og felagið skipaði tí fyri sínum fyrsta veitslukvøldi í Føroyahúsinum í novembur í 2000, og síðani tá hevur felagið skipað fyri hesi veitsluni. Fólk í felagnum gjørdust tey næstu árini serkøn at at skipa fyri veitslum: Lundaveitslu, kalvaveitslu, stórdýraveitslu, seyðarhøvdaveitslu - veitslur í Føroyahúsinum, á Skarv og í okkara felagshølum. Eitt eyðkenni fyri felagið gjørdist átfundir, siðbundin matur og fullsettar matgoymslur. Og felagshúsið vaks upp í tvær hæddir, tí menn høvdu áræði og løgdu nógv fyri. Og nú umhugsa tey nýtt og stórt hús, her vit standa.

Mong ein hendingarík løta hevur verið hesi árini. Lat meg bert nevna nøkur tiltøk:
Í 1999, hetta fyrsta summarið, vóru menn í juni mánað við bátinum á róðrarstevnini hjá Neystinum í Ishøj, í juli á víkingadøgunum í Frederiksund og síðani eina sera minniliga og ógloymandi ferð í septembur niðan eftir Gøtaelven við Gøteborg saman við okkara vinarfelag í Brennø. Sama heystið sponsoreraði Skarv 30 T-shirts og Georg Tomasson teknaði búmerkið.

Tá ið brúgvin um Oyrasund skuldi takast í brúk á sumri 2000, hevði okkara formaður, Ólavur á Heygum, eitt sera áhugavert hugskot. Hann legði sínar væl umhugsaðu visiónir um at lýsa 1000 ára sigling í Oyrasundi fyri Reyða Kross, sum skuldi standa fyri tiltøkunum. Okkara 10-mannafar, Tvørábáturin, skuldi vera eitt av hesum skipum, sum sigldu í skrúðferð í Oyrasundi, tá brúgvin læt upp vikuskiftið 9-12. juni 2000. Men uppskotið fekk ongar sømdir í Reyðakrossi. Heldur einki spurdist burtur úr at gera eitt tiltak, sum kallaðist ”Bådens dag í Øresund”, saman við einum svenskum víkingasavni. Harafturímóti vóru vit í 2000 eisini til ”Sildens dag í Dragør”, meðan maður úr Kongliga herliðnum stóð frammi í skut og spældi ”En fantasirejse til Færøerne”, meðan illa regnaði og borgarstjórin tók ímóti..

Okkara felag skipaði saman við ”Froðbiar sóknar róðrarfelag” og øðrum fyri stórari ”Nørrønari Róðrar- og mentanarstevnu” á Tvøroyri í august 2002. Hetta var sera væleydnað stevna í góðum summarveðri. Sama kann sigast um ”Róðrar- og mentanarstevnuna í Hedeby í Slesvik”. Ein rimmarferð varð gjørd til Hetlands og ein onnur til bátastevnuna í Karlskrona í Svøríki. Menn vóru eisini við bátinum á bátasølustevnu í Bella centrinum, og vit vóru saman við Neystamonnum og róðu í forlornum báti við neonlýstum árum, tá ið listasavnið ”Arken” í Ishøj læt upp.
Ásannast má, at víða um lond hevur okkara tíggjumannafar ferðast. Nú stendur báturin á lunni og verður ikki drigin. Vit fingu aðrar bátar, seksmannafør, Skarv, Fuglfirðing og Smyril og gamla djóralæknabátin Tusk - og nú henda nýggja kappróðrarbátin, sum her stendur. Men hvør veit? Tað kundi hent seg, at tíggjumannafarið Tvørábáturin:
” … í aldurdómsárum, … sýnir sítt prógv, at onkuntíð mundi hann duga
Sjógangarin ristir sín ramliga bógv, og rennur sum ørvin frá boga …”

Okkara regatta 2016
Henda regatta í dag er tann tíggjunda, sum Róðrarfelagið Tvørábáturin skipar fyri. Í 2007 løgdu fimm menn uppskot fyri aðalfundin um, at vit fingu ein kappróðrardag í lag. Higartil høvdu vit bert róð á stevnuni hjá Neystinum í Ishøj og hjá Føroyingafelagnum í Sorø. Hetta var hildið at vera ov lítið, tí vit róðu og vandu frá apríl og út á heystið. - Meðan fólk eru í summarfrí, ber illa til at hava føroyskar ítróttarstevnur herniðri. - Tí varð samtykt, at vit skuldu skipa fyri einari róðrarstevnu tvær vikur undan stevnuni hjá Neystinum í Ishøj. Okkara stevna skuldi bert vara nakrar tímar og ikki órógva ta stóru og siðbundnu stevnuna hjá Neystinum. Soleiðis byrjaði henda regatta hjá Tvørábátinum, sum kortini endaði við miklari veitslu. Tey næstu árini menti henda róðrarstevnan seg til stórt róðrar- og tónleikatiltak.


Góðu stevnufólk, góðu stevnufólk, góðu áhoyrar! Mangt er hent hesi árini. Vit hava havt góðan byr og gott áralag, men stundum hava vit sitið í andróðri og verið í ósløttum. Verri enn so alt hevur verið løtt undansigling. Men tá ið vit komu burtur úr óslættanum og vunnu á andróðrinum, lótu limirnir alt fara aftur við borðinum og slógu tað upp í glens. Skemt, látur og eitt sindur av speisemi kunna lætta so væl um, tá ið roynt verður at leggja niður sjógv og at fáa áralagið aftur.

Nú eru vit í dag aftur her við havnarlagið, eygleiða so manga stolta skútu, sum her siglir og eru sjálvi til dystin fús. Nú skula vit leggja árar í sjógv og taka dyggiliga á. Sum sagt er frá, eru vit í kjalarvørrinum á teimum, sum undan eru farin og hava róð á hesum leiðum. Rógvið alt tað tit orka!
Við hesum takki eg fyri, at tit lýddu á og ynski øllum róðrarfólkinum og øllum tykkum, sum eru samankomin, góða Norðhavns Regatta 2016.
Og nu skula vit signa nýggja bátin
Í fjør fingu vit fígging til nýggjan bát, eitt seksmannafar, sum Sámal Hansen í Havn hevur smíðað. Nú er hann búgvin at flota og fáa sítt navn. Eg fari at heita á bátsmanningina um at fara til bátin!
”Hevði hann verið høgdur ella brendur,” søgdu teir gomlum. Teir bóðu um, at hann ikki gekk burtur á havinum. Sama siga vit í dag, nú hesin báturin skal signast og fáa sítt navn.
Tá ið bátsmanningin er til reiðar, fara vit við bátinum yvir á dráttin, har hann verður drigin oman. Manningin fer í bátin og rør hann tríggjar ferðir í ring við sólini, sum gamal siður var, tá ið teir signaðu bátin. Á dráttinum verður eisini navnið á bátinum rópt upp." 
 
 
Udtrukne lodder på Nordhavns Regatta 2016
Tvørabáturin bortloddede disse lodsedler den. 28. mai 2016:

Rød 654: 1) 2 Personers Billet med kahyt og bil, Danmark-Færøerne t/r med Norrøna. Udvendig Kahyt. Kan benyttes hele året. Atlantic Airways

Hvid 40: 2) Gavekort på 3000,- kr. til flybillet med Atlantic Airways, Danmark-Færøerne. Kan benyttes hele året. Norðlýsið

Gul 950: 3) Sejltur for 2 personer ombord på sejlskib Norðlýsið, oplev den færøske natur + 4 felagsdøgurðar i Føroyahúsinum. Føroyahúsið

Hvid 397: 4) Et stort ferskt - Rensdyre lår på godt 7 kg

Rød 482: 5) En stor laksefilet på Ca. 2 kg + 2 valgfrie koncertbilletter på Nordatlantens Brygge

Gul 972: 6) 4 Grydeklare - fjerkræ

Gul 250: 7) En god flaske rom og 2,9 kg. karameller 
 
Hvis du har én af disse lodder, kan du få gevinsten ved at henvende dig med e-mail til Tvoerabaturin@gmail.com.
 
 
Vit hittast úti í Tvørabátaneystinium
 

Tvørabáturin – Vesterhavsvej 9A – 2150 Nordhavn 

 
www.smyrilline.fo
Tvørabáturin Ro- og Fritidsklub | CVR: 33225776 | Vesterhavsvej 9A, DK-2150 Nordhavn  | Tvoerabaturin@gmail.com